USA seldi vápn fyri 640 milliardir krónur

USA seldi vápn fyri 640 milliardir krónur
USA seldi vápn fyri 640 milliardir kr. tað fyrsta árið, Trump var forseti. Serliga Saudiarabia keypir nógv vápn, sum brúkast í stríðnum í Jemen
 
12.03.2018 - 13:42

Ein nýggj frágreiðing frá Stockholm International Peace Research Institute (SIPRI)  vísir, at eisini Barack Obama, forseti, gav loyvi til at selja nógv vápn. Seinasta árið, hann sat sum forseti, seldi USA vápn fyri 595 milliardir krónur.

Meir enn ein triðingur av vápnunum, sum USA seldi í fjør, endaðu í Norðurafrika og í Miðeystri.

Saudiarabia keypir flestu vápnini, og landið verður skuldsett fyri at bróta mannarættindini í Jemen, har eisini fleiri onnur arabisk lond eru við í krígnum.

Fleiri staðni í vesturheiminum er stór misnøgd við stóru vápnasøluna til Saudiarabia, og í Bretlandi hevur andstøðan fleiri ferðir talað at søluni.

Donald Trump, forseti, hevur ført fram, at vápnasølan hjá USA er við til at fáa fleiri arbeiðspláss til vega í landinum.

19. mars kemur Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, á vitjan í USA, og ætlanin er at skipa fyri stórum mótmælum í USA ímóti saudiarabisku framferðini í Jemen.

Demokratarnir í USA royna at steðga vápnasøluni til Saudiarabia, tí landið nýtir vápnini í Jemen.

Saudiarabia legði seg í 2015 út í borgarakríggið í Jemen, og síðani hava minst 10.000 fólk latið lív, og onnur 50.000 eru særd - tey flestu sivilfólk. 

3 milliónir fólk eru flýdd heimanífrá, og 22 milliónir fólk í Jemen hava ikki nóg mikið at eta.

ST hevur fleiri ferðir víst á, at kríggið í Jemen er størsta humanitera vanlukkan í heiminum í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815