Bakkafrost keypir stórt fóðurskip

Bakkafrost keypir stórt fóðurskip
Bakkafrost hevur gjørt sáttmála við JT Electric um, eitt fóðurskip skal latast seinni í ár.
Frá vinstru á myndini: Ólavur Thomsen, Suni Justinussen, Oddvald Olsen og Regin Jacobsen
Mynd: JT Electric  
 
13.03.2018 - 09:38

Skipið verður útgjørt við fóðurskipanini, sum JT Electric hevur ment á Kambsdali.

Hetta er annað fóðurskipið, sum JT Electric letur Bakkafrosti, og tilsamans hevur fyritøkan latið átta fóðurskip til føroysku alivinnuna.

Arbeiðið verður gjørt á einari skipasmiðju í Póllandi. Tøknin verður gjørd í Føroyum og sett í skipið á pólsku skipasmiðjuni. 

Á JT Electric starvast 33 fólk. Seks fólk starvast á menningardeildini, sum mennir nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026