Strandferðslan darvað av veðrinum

Strandferðslan darvað av veðrinum
Vánaligt veður hevur darvað siglingini hjá Strandferðsluni í dag. Teistin byrjar at sigla kl. 12.30, og Sildberin hevur avlýst alla sigling
 
15.03.2018 - 09:12

Nakað av broytingum hava verið hjá Strandferðsluni í dag. Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, segði við tíðindini klokkan 9, at nakrar broytingar vóru í dag. 

Eitt nú segði hann, at Sildberin hevur avlýst alla sigling fyri brimi. Ritan siglir bara til Svínoyar og ikki til Fugloyar í dag. 

Teistin byrjar siglingina kl. 12.30 úr Skopun. Fyrsti túrur verður um Hest. Fram til 17.20 verður siglt eftir ferðaætlanini, og so leggur hann í Skopun eftir síðsta túrin kl. 17.20 av Gomlurætt, sigur Heri Norðberg.

Ternan hevur avlýst túrin kl. 12.30 av Havnini. Kanska verður onkur broyting aftur seint í kvøld frá Ternuni, og tað er støðan fyribils. 

Smyril siglir heldur ikki fyribils. Eftir ætlan verður siglingin hjá Smyrli tikin upp aftur kl. 13.30, men Heri Norðberg sigur, at siglilíkindi har suðri eru øgiliga ring. 

Fylg við heimasíðuni hjá Strandferðsluni her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391