Viðgera uppskot um fólkaatkvøðu

Viðgera uppskot um fólkaatkvøðu
Tingfundur verður klokkan 10 fyrrapartin, og tingið skal í dag m.a. viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um fólkaatkvøða
 
15.03.2018 - 09:08

Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um hjúnarbandslógina, eftir at lógin er varð broytt, so tvey av saman kyni kunnu vígast borgarliga.

Eisini skal tingið viðgera uppskotið frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at seta UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi heimsins frá 2003 í gildi í Føroyum.

Siðaarvur er til dømis skaldskapur av mannamunni, framburður, siðir og siðbundið handverk.

Dømi um siðaarv føroyinga eru føroyski dansurin, kvæðini, føroyskt bátasmíð og siðir í sambandi við tilfeingi í sjógvi og á landi, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið.

Tingfundurin byrjar klokkan 10 fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444