Forsetaval í Russlandi

Forsetaval í Russlandi
Tað er longu greitt, at forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, verður afturvaldur
 
18.03.2018 - 12:52

Forsetaval er í Russlandi í dag. Tað er púra greitt, at Vladimir Putin, sum er forseti, verður endurvaldur.

Einki av mótvalevnunum er mett at fáa meiri enn 10 prosent av atkvøðunum. Hinvegin bendir alt á, at Vladimir Putin fer at fáa væl meiri enn 50 prosent av atkvøðunum. Og fær hann tað, verður ikki neyðugt við eini øðrum umfari.

Av tí, at eingin spenningur er um sjált valúrslitið, eru fólk mest spent upp á vallutøkuna. Myndugleikarnir bera banga fyri, at tá eingin ivi er um úrslitið, missa fólk hugin at fara á val. Og ein lág valluttøka kann tulkast sum eitt tekin um, at russarar hava mist trúnna á forsetan, politikk hansara og skipanina sum heild.

Danmarks Radio skrivar, at málið hjá Kreml hevur verið 70/70. Altso at forsetin sjálvur skuldi fáa minst 70 prosent av atkvøðunum, og valluttøkan skuldi vera tað sama, minst 70 prosent.

Men hesi mál eru broytt. Myndugleikarnir eru nøgdir, um valluttøkan er 65 prosent. Tað er tað sama sum í 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858