Elveitingarlóg til viðgerðar í tinginum í morgin

Elveitingarlóg til viðgerðar í tinginum í morgin
Løgtingið fer í morgin eisini at viðgera eitt uppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um at broyta elveitingarlógina
 
19.03.2018 - 15:29

Í morgin skal løgtingið viðgera uppskot frá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum um at broya elveitingarlógina, soleiðis at SEV sleppur at gera mun á el-prísunum.

SEV selja streym til góðkendar hitapumpur og el-bilar við avsláttri.  Munurin kann í mesta lagi vera 40 oyru fyri kilowatt-tíman umframt meirvirðisgjald.

Sirið Stenberg sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at eini sethús við hitapumpu kunnu spara umleið 4.000 krónur um árið. Og er el-bilur eisini í húsinum, ber til at spara 2.000 krónur afturat.

Endamálið við uppskotinum er at fáa fleiri at brúka el í staðin fyri olju at hita húsini, og harafturat skal tað gerast meira áhugavert hjá fólki at keypa el-bil.

Skotið verður upp, at lógin skal koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952