Altjóða eygleiðarar finnast at russiska valinum

Altjóða eygleiðarar finnast at russiska valinum
Eygleiðararnir í felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa siga, at eingin mótstøða var í valinum, og tí var ikki talan um eitt veruligt val
 
20.03.2018 - 13:02

Altjóða valeygleiðarar finnast at russiska forsetavalinum sunnudagin.

Eygleiðararnir í felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSCE, siga, at eingin mótstøða var í valinum, og tí var ikki talan um eitt veruligt val. 

Eygleiðararnir siga eisini, at einvísa valstríðið hevði við sær, at onnur valevni sluppu ikki upp í part.

Forkvinnan í russisku valnevndini, Ella Pamfilova, sigur hinvegin, at bara fá dømi eru um, at alt fór ikki rætt fram á valinum.

- Valúrslitini á fimm valstøðum í trimum russiskum landspørtum eru ógildað, sigur forkvinnan í valnevndini fyri tíðindastovuni Tass. 

Vladimir Putin fekk 77 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum sunnudagin, og hann kann tí halda fram sum forseti í Russlandi í seks ár aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858