Verkfall í Danmark ávirkar ikki Atlantsflog

Verkfall í Danmark ávirkar ikki Atlantsflog
Tað fær onga ávirkan á tornið á flogvøllinum í Vágum, um verkfall verður í Danmark frá 4. apríl, og verkbann sum er lýst frá 10. apríl
 
20.03.2018 - 11:40

Danska Veðurstovan, DMI, er millum stovnarnar, sum verður rakt av ætlaða verkfallinum og verkbanninum. DMI er einasti góðkendi veðurstovnur, sum kann lata flogvøllum í ríkisfelagskapinum veðurforsagnir.

Hetta hevur millum annað við sær, at flogferðslan í Grønlandi verður ávirkað

Tað fær tó onga ávirkan á tornið á flogvøllinum í Vágum, um verkfall verður í Danmark, sigur flogovastin hjá Atlantsflogi, Sámal Danielsen.

- Í Vágunum hava vit møguleika fyri at flúgva allíkavæl, hóast vit ikki fáa langtíðarforsøgnina, sum DMI vanliga ger, sigur hann.

Tveir eyka flogvøllir tøkar 

At danska verkfallið og verkbannið ikki ávirkar flúgvingina til Føroyar kemst av, at flogfør, ið seta kósina hendan vegin, altíð skulu hava eyka flogvøllir tøkar. 

- Tá vit seta kós ímóti Vágunum til dømis úr Danmark, so hava vit skyldu til at hava tveir flogvøllir tøkar afturat Vága Floghavn, og tað merkir so, at veðrið í teimum flogvøllunum sjálvandi skal vera nøktandi, áðrenn vit kunnu seta kós ímóti Føroyum, sigur Sámal Danielsen.

Kann ávirka flúgvingina, um starvsfólkini á flogvøllinum fara í verkfall

So leingi tað bara er talan um starvsfólkini á DMI, sum fara í verkfall, so ávirkar tað ikki flúgvingina til Føroyar. Men fara onnur starvsfólk á flogvøllunum í Danmark í verkfall ella verkbann, so kann tað ávirka flúgvingina, sigur flogovastin hjá Atlantsflogi, Sámal Danielsen.

- Vit kunnu saktans flúgva uppá Føroyar, tí tornið í Vágunum verður ikki ávirkað av verkfallinum í Danmark. Um starvsfólk leggja arbeiðið niður á flogvøllinum í Keypmannahavn, eitt nú við at koyra ferðafólk umborð ella viðføri og so víðari, so fáa vit ikki gjørt so nógv við tað, sigur hann.

Verkfall verður í Danmark 4. apríl, um semja ikki fæst í lag millum fakfeløgini og statin og kommunurnar. Verkbann er lýst at koma í gildi tann 10. apríl.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459