Høvuðssætið ikki lýst alment til sølu

Høvuðssætið ikki lýst alment til sølu
Ingolf S. Olsen spyr landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, hví bygningurin hjá BankNordik ikki varð lýstur alment til sølu.
 
21.03.2018 - 11:56

Keypið av bygninginum hjá BankNordik endar nú í løgtinginum.

Tingið hevur samtykt, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Ingolfi S. Olsen í Tjóðveldi, hví bygningurin hjá BankNordik ikki varð lýstur alment til sølu.

Hann spyr eisini, hvat landsstýriskvinnan heldur um tað, at keyparin, sum er ein av størstu vinnufyritøkunum í landinum, við keypinum eisini fær góðar fíggjarligar sømdir við einum langtíðar leigusáttmála.

Varðin í Gøtu keypti høvuðssætið hjá BankNordik fyri 140 milliónir krónur, og tað er meira enn tvær ferðir so nógv, sum bankin eftir boðum frá Fíggjareftirlitinum hevur niðurskrivað virðið á bygninginum til.

Ingolf S. Olsen sigur, at handilin er ein góð langtíðaríløga fyri ekyparan, tí partarnir hava avtalað, at BankNordik leigar bygningin frá Varðanum í 15 ár fyri fimm milliónir krónur um árið, og møguleiki skal verða at leingja leigumálið í fimm ár.

Í dagsins prísi er tað 100 milliónir krónur tilsamans. 

Og verður leigumálið longt í nøkur fá ár aftrat, hevur keyparin fingið alla iløguna aftur, sigur Ingolf S. Olsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Landið eigur gjøgnum Fíggingargrunnin ein triðing av BankNordik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454