Bjarni Hammer aftur í tingið

Bjarni Hammer aftur í tingið
Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, fór í farloyvi, tí løgreglan kannaði eitt mál um hann. Í dag tekur hann sæti aftur á tingi
 
22.03.2018 - 09:53

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tekur sæti aftur á tingi í dag, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni.

Bjarni Hammer fór í farloyvi, tí løgreglan kannaði eitt mál um hann.

Løgreglan gavst við kanningunum, og statsadvokaturin boðaði Bjarna Hammer frá, at tað varð gjørt, tí einki bendi á, at hann hevði gjørt nakað revsivert.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður í Javnaðarflokkinum, sum heitti á Bjarna Hammer um at fara í farloyvi, meðan málið varð kannað, staðfesti eisini, at einki forðaði fyri, at hann kundi taka sætið aftur í tinginum.

- Eg havi gjørt av at fara til arbeiðis í tinginum, og eg gleði meg til at taka tingarbeiðið uppaftur, sigur Bjarni Hammer við heimasíðuna hjá Norðlýsinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775