Fýra fólk vald í Próstadømisráðið

Fýra fólk vald í Próstadømisráðið
Fýra fólk eru vald í Próstadømisráðið at arbeiða saman við dómpróstinum. 
 
26.03.2018 - 09:18

383 kirkjuráðslimir og prestar høvdu valrætt, nú valt varð til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn.

Og luttøkan var góð, 96,7 prosent, ella 59 kirkjuráð av 61. 

Tveir listar komu til bæði valini. Fýra fólk eru vald í Próstadømisráðið at arbeiða saman við dómpróstinum. 

Ein varð valdur í Føroya Stiftsstjórn at arbeiða saman við einum almennum umboði og biskupi, sum er formaður í Stiftsstjórnini. 

Marjun A. Olsen í Øravíkarlíð, Leivur Højgaard í Saltanagará, Uni Danielsen í Hoyvík og Kathrina L. Holm í Havn, tvey á hvørjum lista, eru vald í Próstadømisráðið. 

Jógvan Ravnsfjall í Klaksvík er valdur í Stiftsstjórnina.

Valskeiðið byrjar 1.apríl, og tað varir í fýra ár.

Próstadømisráðið viðgerð fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum.

Próstadømisráðið skal eisini geva ummæli í málum um útvegan og avhending av fastari ogn, um bygging og niðurtøku av bygningum, um umvælingar- og umbyggingararbeiði, sum eftir galdandi reglum skulu leggjast fyri stiftsstjórnina til góðkenningar og um onnur mál av stórum týdningi fyri kirkjuligu kassarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065