Í lagi fyri umhvørvið at gera havn í Runavík

Í lagi fyri umhvørvið at gera havn í Runavík
Runavíkar kommuna hevur fingið góðkenning til at fylla upp til havnarøki millum oljukajina og bátahylin á Bakka á Glyvrum
Bryggja skal gerast millum oljukajina og bátahylin á Glyvum
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
29.03.2018 - 09:11

Runavíkar kommuna søkti hin 1. mars 2018 um umhvørvisgóðkenning.

Allar útfyllingar við gróti skulu hava góðkenning frá Umhvørvisstovuni, tí plastleivdir frá spreingiskipanini fylgja við grótinum, tá tað verður flutt úr grótbrotum ella tunlum. 

Umhvørvisstovan er seinasta árið vorðin varug við, at leivdir av plasti frá tendringarskipan, sum vanliga verður brúkt til at spreingja við í grótbrotum og tunlum, reka upp á land, tá grót frá hesum virkseminum verður brúkt til útbyggingar á sjónum. Tá grótið verður slept á sjógv, skola plastleivdirnar av grótinum og flotna.

Lítil partur upp á land

Umhvørvisstovan metir, at bert ein lítil partur av plastleivdunum, sum losna frá grótfyllingini, rekur upp á land, meðan stóri parturin verður verandi í sjónum.

Út frá hesum metir Umhvørvisstovan, at útlát av plasti, tá grót verður koyrt á sjógv, til dømis í sambandi við havnargerð ella aðrar útfyllingar á sjónum, kann hava týðandi árin á umhvørvið.

Tí ætlar Umhvørvisstovan í hvørjum einstøkum føri at taka støðu til, um tunnilsverkætlan og verkætlan at fylla grót út á sjógv skal hava umhvørvis­góðkenning.

So lítið sum gjørligt 

Grótframleiðarin hevur skyldu at tryggja, at so lítið plast er uppi í grótinum sum tekniskt og fíggjarliga gjørligt. Grótframleiðarin hevur eisini skyldu til at skifta til tendringsskipan, sum bæði er minst líka trygg sum verandi skipanir, men samstundis hevur minni umhvørvisárin enn verandi tendringsskipanir, tá hetta er tekniskt og fíggjarliga gjørligt.

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 25. apríl 2018.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221