Asim út í rúmdina

Asim út í rúmdina
Rúmdar-støðin Asim varð í gjárkvøldið skotin avstað úr Kennedy Space Center í amerikanska statinum Florida
Mynd: DTU Space  
 
03.04.2018 - 08:09

Fráferðin varð send beinleiðis, umvegis amerikanska rúmdarstovnin NASA, og alt gekk eftir ætlan.

Danskir granskarar standa á odda fyri Asim-verkætlanini, ið verður mett sum flaggskipið í danskari rúmdargransking. Tað eru DTU Space og fyritøkan Terma, sum hava ment eitt nýtt observatorium, sum hevur til endamáls at fáa nýggja vitan til vega um okkara veðurlag.

Ætlanin er, at ASIM-støðin skal avmynda ógvusliga toru og snarljós, sum eru kanska 100 kilometrar omanfyri skýggini. Tá klárt er, verður møguligt at hyggja inn í snarljósini og fáa týðandi upplýsingar til vega.

Asim hevur nú kós móti altjóða rúmdarstøðini ISS, haðani hon skal virka og savna inn tey data, sum kanska einaferð kunnu geva granskarum nýggja vitan um torusláttur og snarljós, og hvussu hesi hava ávirkan á veðurlag og veðurlagsbroytingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585