- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja russiskt samstarv

Tað vóru boðini frá ES til vápna-eftirlitssstovnin, OPCW, sum helt skundfund fyrrapartin í Haag um málið.
- Tað er treytaleyst krav, at Russland skal svara rímiligu spurningunum, sum bretska stjórnin hevur sett fram, og at Russland samstarvar við altjóða eftirlitsstovnin og gevur honum fulla atgongd til alt, skrivar The Guardian um krøvini frá ES-londunum.
Russar vilja sleppa framat kanningunum
Russland hevur boðað frá, at ongar royndir av nervaeiturinum verða góðtiknar, um teirra egnu serfrøðingar ikki eisini sleppa at kanna royndirnar sjálvstøðugt.
Men bretska Uttanríkisráðið sigur, at hetta er ein roynd hjá russum at órógva arbeiðið hjá OPCW, nú stovnurin skal gera sína egnu og óheftu niðurstøðu um atsóknina í Salisbury.
Russar hava eisini skotið upp, at bretar og russar í felag kanna, hvat hendi í Salisbury 4. mars. Men ikki talingur um, sigur bretska stjórnin.
- Eingin áseting er í kemisku vápnakonventiónini, sum krevur, at eitt offur fyri kemiskum vápnaálopi skal gera felags kanningararbeiði saman við tí, sum mest sannlíkt hevur framt illgerðina, sigur ein talsmaður fyri bretsku stjórnina við BBC.
Óvist hvar eitrið varð framleitt
Í gjár segði leiðarin fyri granskingarstovnin hjá bretsku hermegini við Sky News, at teirra kanningar hava víst, at talan var um nervaeiturið novichok, og at sannlíkt er, at ein sokallaður statsligur aktørur hevur fingið tað til vega.
Men lagt varð afturat, at tað ikki var teirra uppgáva at staðfesta, hvaðani eiturið stavar, og at teirra stovnur ikki kann siga, at tað var Russland, sum hevði ábyrgdina.
Leiðarin fyri granskingarstovnin segði eisini, at tey høvdu latið bretsku stjórnini síni kanningarúrslit, men at stjórnin hevur atgongd til fregnarupplýsingar, sum teirra stovnur ikki hevur. Tí byggir niðurstøðan hjá bretsku stjórnini eisini á onnur úrslit, segði Gary Aitkenhead við Sky News.
- Russland hevur ábyrgdina
Bretska stjórnin sigur, sambært BBC, tað sama: at saman við øðrum fregnarupplýsingum, heldur stjórnin, at Russland hevur ábyrgdina av atsóknini.
Altjóða kemiski vápnaeftirlitsstovnurin OPCW væntar at fáa úrslitini frá síni egnu óheftu av rannsóknarstovu innan eina viku.
OPCW hevur ikki heimild at áleggja skuld, men kann krevja av Kreml, at teirra inspektørar sleppa at kanna, at allar kemiskar vápnagoymslur hjá fyrrverandi Sovjettsamveldinum í roynd og veru eru fyribeindar.



























