Flestu føroyingar biðja fleiri ferðir um vikuna

Flestu føroyingar biðja fleiri ferðir um vikuna
Flestu føroyingar siga seg biðja til Gud fleiri ferðir um vikuna – ella oftari. Tað vísir kanning í sambandi við sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar.
Í Norðoyggjum og Eysturoynni svara 54%, at tey biðja til Gud einaferð um dagin ella oftari. Í høvuðsstaðnum svara 29 %, at tey biðja einaferð um dagin ella oftari, og í restini av landinum er hetta talið 44%
Mynd: Gud signi Føroyar  
 
05.04.2018 - 19:45

Kanningin er gjørd í samstarvi við greiningarfyritøkuna Lóður. Hon varð gjørd á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Sum fjórði parturin í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum til endamáls at kanna, hvussu ofta føroyingar biðja til Gud. Kanningin spurdi:

Hvussu ofta biður tú til Gud, tá møti/gudstænastur ikki er íroknað?

41 % svaraðu, at tey bóðu til Guð einaferð um dagin ella oftari. 22 % svaraðu, at tey bóðu til Gud fleiri ferðir um vikuna. 13 % søgdu, at tey bóðu til Gud fleiri ferðir um árið, og 20 % svaraðu, at tey bóðu sjáldnari ella ongantíð. 4 % søgdu seg ikki vita.

Tað vil siga, at 63 % av øllum føroyingum siga seg biðja til Gud fleiri ferðir um vikuna - ella oftari.

Samanbera vit økini kring landið, er stórur munur á svarunum, eins og í undanfarnum sendingum. Í Norðoyggjum og Eysturoynni svara 54%, at tey biðja til Gud einaferð um dagin ella oftari. Í høvuðsstaðnum svara 29 %, at tey biðja einaferð um dagin ella oftari, og í restini av landinum er hetta talið 44%. Úrslítini býtast soleiðis:

Sást tú ikki seinasta part av Gud signi Føroyar, so finnur tú partin her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028