Tjóðveldi: Ríkisveitingin skal niðurlaðast

Tjóðveldi: Ríkisveitingin skal niðurlaðast
Politiska framtíð landsins skal avgerðast uttan fíggjarligar bindingar til danir, ætlar Tjóðveldi
Mynd: Tjóðveldi á Facebook  
 
08.04.2018 - 10:26

Tjóðveldi sigur í yvirlýsing frá flokstinginum í Klaksvík um vikuskiftið, at flokkurin skal skjótast og virkið upp í royndina at laða donsku ríkisveitingina niður, so føroyingar uttan fíggjarligar bindingar fáa tikið støðu til politisku framtíð landsins.

Flokstingið staðfestir, at fiskivinnunýskipanin hevur eydnast væl, men ásannar samstundis, at eitt so víðfevnt lógar- og kunngerðarsmíð skal rættast av.

Flokstingið samtykti eitt uppskot um í mestan mun at javnseta økini í landinum, serliga viðvíkjandi almennum virksemi og stovnum.

Útoyggja- og økismenninarpolitikkurin skal setast á skrá av nýggjum.

Tað er umráðandi, at allar Føroyar vaksa og ikki bara nakrir fáir miðsavnaðir deplar í landinum, sigur Tjóðveldi í yvirlýsingini frá flokstinginum. 

Sí allar yvirslýsingina HER. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891