- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki hitta russisk sendifólk
Skripal sigur, at hon setur seg í sambandi við sendistovuna, um støðan broytist, og samstundis vísur hon aftur russiska illgrunan um, at hon verður hildin aftur í móti sínu vilja.
Julia Skripal hevur havnað tilboðnum frá russisku sendistovuni í Bretlandi um hjálp.
Russland undir illgruna fyri eiturálop
Fyri einum mánaði síðani vórðu hon og pápi hennara funnin uttan vit á einum beinki í Salisbury.
Løgreglan hevur illgruna um, at tey eru eitrað við einum sjáldsomum nervaeitri, sum tey fingu á seg, tá tey tóku í handtakið á úthurðini heima hjá pápanum í Salisbury. Hildið verður, at nervaeitrið, novichok, sum er framleitt í Russlandi, er smurt á handtakið.
20 lond vístu russiskum sendifólkum úr landinum eftir álopið.
Krevja at hitta Juliu
Russiska sendistovan í Bretlandi hevur kravt at sleppa at hitta Juliu Skripal, eftir at hon týsdagin varð útskrivað frá sjúkrahúsi.
Russiska sendistovan vísir til Wienar-millumtjóðasáttmálin um diplomatisk sambond fyri at stuðla henni og hennara rættindum.
Russland hevur eisini skuldsett bretskar myndugleikar fyri at halda henni aftur í móti hennara vilja.
- Okkum tørvar prógv fyri, at tað, sum verður gjørt við hana, ikki er gjørt ímóti hennara vilja, skrivar sendistovan.
Frábiðið sær rættin til hjálp
Wienar-millumtjóðasáttmálin gevur tó ikki statum rætt til at fáa atgongd til sínar borgarar, sum verða hildnir aftur í móti sínum vilja.
Samtyktin gevur hinvegin persónum rætt til at fáa hjálp frá landsins umboðum. Men henda rættin hevur Julia Skripal frábiðið sær í løtuni.
- Eg havi vinir og familju, og eg havi fingið kontaktupplýsingar til ávísar persónar á sendistovuni, sum eg kann seg meg í sambandi við, um støðan broytist, skrivar Skripal.
Julia Skripal vísir aftur tíðindini, sum systkinabarn hennara, Victoria, hevur borið í russiskum fjølmiðlum um, at hon ætlar at søkja um politiskt friðskjól men ikki í hvørjum landi.
- Tað, sum hon sigur og heldur, stendur fyri hennara rokning. Tíðindini koma hvørki frá mær ella pápa mínum, skrivar Julia Skripal.
Vil hava frið
Hon lovar at fáa greiði á støðuni, tá hon er komin fyri seg aftur, og biður um frið til tá.
- Eg eri ikki nóg byrg til at gera samrøður við fjølmiðlar, men eg vóni, at kunna gera tað einaferð.
- Eg takki Victoriu fyri hennara umhugsni, men tær nýtist ikki longur at seta teg í samband við meg ella vitja meg longur, skrivar Skripal, sambært YLE.