Avgerð um at leyp á Sýria verður tikin skjótt

Avgerð um at leyp á Sýria verður tikin skjótt
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjárkvøldið, áðrenn hann fór á fund við ráðgevar sínar fyri at tosa um støðuna í Sýria
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
13.04.2018 - 08:29

Eftir fundin upplýsti talskvinnan í Hvítu Húsunum, Sarah Sanders, at Trump framvegis ikki hevur tikið avgerð um, hvussu USA skal fyrihalda seg til evnafrøðiliga álopið í Sýria.

- Vit fáa áhaldandi upplýsingar frá fregnartænastuni og tosa við okkara sameindu, segði Sanders.

Frakland og Bretland við

Sanders segði eisini, at Trump skal tosa við franska forsetan, Emmanuel Macron, og bretska forsætisráðharran, Theresu May. Um midnáttarleitið tosaðu May og Trump so saman og samdust um, at avgerandi er at forða fyri, at evnafrøðilig vápn verða brúkt, skrivar Reuters.

Í fráboðan frá Theresu May stendur eisini, at tey samdust um at halda fram at fáa altjóða samfelagið at koma við aftursvarið til kemisku vápnanýtsluna í Sýria. 

Í gjár segði franski forsetin Emmanuel Macron, at Frakland hevur prógv fyri, at tað vóru stjórnardeildir hjá Bashar al-Assad, forseta, sum brúktu evnafrøði í álopinum uttan fyri Damascus síðsta vikuskifti. 

Fáar dagar frammanundan segði Donald Trump, forseti, at hann fór at taka amerikonsku herdeildirnar heim úr Sýria. Men hesa vikuna hevur hann hótt við at leypa á Assad-stýrið í kjalarvørrinum av evnafrøðiliga álopinum í Douma.

Ófyrigeviligt

Verjumálaráðharrin, Jim Mattis, hevur eisini fordømt evnafrøðiliga álopið. 

- Nakrar gerðir kunnu rætt og slætt ikki fyrigevast, - tær eru uttanfyri tign, og skaða ikki bara evnafrøðiliga vápnaídnaðin, men sjálva sivilisatiónina, segði Mattis við limir í Umboðsmannatinginum.

Nakrir limir í umboðsmannatinginum vildu vita, hvørjar løgfrøðiligar heimildir herurin hevur til at fremja álop í Sýria, um málið ikki er at berja niður IS. 

Trump'sa avgerð

Sambært Mattis verður møguliga álopið móti Assad-stýrinum sett í verk eftir beinleiðis boðum frá forsetanum, - uttan at Kongressin skal geva loyvi til tað, skrivar NTB.

Russland hevur ávarað um, at eitt amerikanskt álop á Sýria, har nógvar russiskar herdeildir eru, kann elva til kríggj millum londini.

Vil hava fund

Russiski ST-sendiharrin, Vassily Nebenzia, hevur sambært BBC heitt á ST-trygdarráðið um at kalla saman til fundar aftur í dag at viðgera spentu støðuna, sum er íkomin.

Samstundis sigur altjóða eftirlitsstovnurin, sum arbeiðir fyri at beina fyri evnafrøðiligum vápnum, at tey hava sent sínar serfrøðingar til Sýria, og at farið verið undir kanningar av kemiska álopinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098