Nevningating í harðskapsmálið útsett

Nevningating í harðskapsmálið útsett
Mentalkanningin er ikki klár. Tí er nevningatingið í sambandi við, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks, útsett.
 
13.04.2018 - 07:18

Nevninatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd, sum eftir ætlan skuldi verða í næstu viku, er útsett til í juni. 

Nevningating skal verða í sambandi hendingina 6. mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.

Ákæruvaldið fyrr í ár bað um nýggja mentalkanning av báðum monnunum, sum eru 21 og 23 ára gamlir, men bara onnur kanningin er liðug, sigur Linda Hesselberg, ákæri.

Rættarlæknaráðið væntar, at í hvussu er ein mánaði gongur, til kanningin er klár.

Linda Hesselberg sigur, at ymsar orsøkir eru til seinkingina, men hon vil ikki siga hvørjar.

Fundur var í rættinum í gjár um støðuna, og semja varð um, at málið kann ikki førast í rættinum uttan mentalkanningina.

Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónar eru egnaðir at verða revsaðir, ella um teir ikki vistu, hvat teir gjørdu, tá teir lupu á mannin.

Sambært grein 16 í revsilógini kunnu persónar, sum ikki vistu, hvat teir gjørdu, ikki dømast, men enda í forvaring.

Hetta er triðju ferð, at revsimálið er útsett. 

Fyrstu ferð skuldi málið koma fyri í februar í ár, síðani varð tað flutt til at byrja mánadagin í næstu viku, og nú er tað flutt til í juni. Sostatt er málið meira enn eitt ára gamalt, tá tað kemur fyri í rættinum.

Linda Hesselberg harmast um støðuna, tí teir 12 persónarnir í nevningatinginum og 15 vitni er kallað inn í sambandi við málið. 

Fyrsti fundur í nevningatinginum er nú settur til at verða 6. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959