Posta skal seljast

Posta skal seljast
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag sent lógaruppskot til hoyringar um at fáa til vega heimild at einskilja Postverk Føroya
 
19.04.2018 - 11:48

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur seinastu tíðina fyrireikað arbeiðið í samstarvi við nevnd og leiðslu í Posta og saman við Posteftirlitinum. Einskiljingarbólkurin hjá landsstýrinum hevur eisini viðgjørt ætlanina.

“Fyrireikingarnar eru nú lidnar og málið er búgvið at fara til hoyringar,” sigur Poul Michelse, landsstýrismaður í tíðindaskrivinum. “Tað er mín fatan, at bæði samgongan og partur av andstøðuni taka undir við uppskotinum. Tilgongdin at selja Posta byrjar eftir Ólavsøku, tá Løgtingið væntandi hevur givið heimild at einskilja. Tíðirnar eru góðar, og Posta er í dag ein væl rikin fyritøka, sum óivað hevur fleiri áhugaðar keyparar,” sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivinum.

Sama veitingarskylda, sum í dag tryggjar postútbering kring landið, verður áløgd einskilda felagnum. Við skylduni fylgja neyvar treytir um sama prís og sama reglusemi. Í sølusáttmálanum verður veitingarskyldan áløgd keyparanum í minst 10 ár.

“Almennu áhugamálini viðvíkjandi postvirksemi eru skipað í postlógini. Tí er ikki neyðugt, at landið eisini eigur fyritøkuna, sum rekur postvirksemið í Føroyum.”

Sambært lógaruppskotinum skal fyritøkan, sum í framtíðini fer at reka postvirksemið, vera føroysk.

“Tað er ikki ætlanin, at einskiljingin skal ávirka postútberingina. Postur er í dag ein lutsfalsliga lítil partur av virkseminum hjá Posta, sum í størri mun er ein logistikk- og flutningsfyritøka í kapping við privatu vinnuna,” sigur Poul Michelsen.

Í 2005 varð Postverk Føroya lagt um til eitt alment partafelag. Raksturin var tungur fyrstu árini, men so líðandi er gongdin vend, og P/F Postverk Føroya hevur havt vinning á hvørjum ári síðan 2013.

115 fólk arbeiða hjá Posta, sum í fjør seldi fyri 102 milliónir krónur.

Starvsfólkini á Posta eru kunnað um ætlanina. Flestu teirra eru limir í Starvsmannafelagnum, sum eisini er kunnað.

Freistin at lata inn hoyringarskriv til uppskotið er 24. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035