Skula sleppa landa uttanlands

bannari
Skula sleppa landa uttanlands
Skip, sum fiska svartkjaft, eiga at sleppa at landa uttanlands, so slepst undan at bíða eftir at sleppa fram at í Føroyum.
 
20.04.2018 - 10:06

Tað heldur samgongan í Vinnunevndini, sum viðgjørdi nógvu broytingarnar í lógini um sjófeingi ella í fiskivinnunýskipanini, sum kom í gildi á nýggjárinum.

Samgongan vil geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum størri heimild at geva undantak frá kravinum um, at allur fiskur skal í land í Føroyum.

Landsstýrismaðurin hevur í galdandi lóg longu heimild í serstøkum førum at gera undantak.

Men samgongan, sum er í minniluta í Vinnunevndini, heldur tað vera neyðugt at orða heimildina soleiðis, at hon hevur neyðugan smidleika, tó uttan at fara burtur frá endamálinum við ásetingini í lógargreinini. 
  
Minnilutin nevnir húkaflotan, sum roynir undir Íslandi. Tað er ikki skilagott altíð at fara til Føroya við fiskinum.

Annað dømi er svartkjafturin, tá móttøkuorkan er avmarkað í Føroyum í háarstíð,

Løgtingið tók undir við hesum, og løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið alt sum tað er eftir triðju viðgerð í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598