Mótmæla jødaforfylging í Fraklandi

Mótmæla jødaforfylging í Fraklandi
Meira enn 300 politikarar, embætisfólk og kend fólk hava skrivað undir manifest, sum fordømir anti-semitismu í Fraklandi
 
22.04.2018 - 17:30

Stigtakararnir siga, at hetta er nýtt slag av anti-semitismu, sum er íkomið av islamskari radikalisering í Fraklandi. 

Tað eru kend fólk, sum hava skrivað undir áheitanina um at steðga jødaforfylgingini í Fraklandi, - eitt nú fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, psykoanalytiakrin Julia Krizteva, og filmssjónleikarin, Gérard Departieu hava skrivað undir manifestið.

Jødar álopnir

Seinastu árini er Frakland fleiri ferðir skelkað av deyðiligum álopum á jødar í landinum.

So seint sum í mars var Mireille Knoll, sum slapp undan Holocaust við lívinum, myrd. Tveir ungir menn við anti-semitiskum sjónarmiðum drupu hana.

Manifestið, sum er almannakunngjørt í Le Parisien í dag, fordømir, at jødar á friðarligan hátt verða etnisk útreinsaðir í Fraklandi, og funnist verður eisini at, at fjølmiðlar bara hálvhjartað viðgera tilgongdina og trupulleikan.

Manifesti vísur til søgu Fraklands, og sigur, at tað er óvirðiligt, at einki verður gjørt fyri at steðga antisemitismu, sum trívist væl, - serliga í víðgongdum muslimskum býarpørtum kring landið.

Flýggja til Ísrael

Umleið 500-túsund jødar búgva í Fraklandi, men seinstu 10-20 árini eru fleiri og fleiri jødar fluttir aftur til Ísrael orsakað, tí tey verða forfylgd.

Manifestið knýtur saman nýggju jødaforfylgingina við vaksandi talið av muslmimsku tilflytarum úr Miðeystri og Norðurafrika.

Í manifestinum stendur m.a.:  - Í okkara samtíðasøgu hava radikalir islamistar torturerað og dripið 11 jødar, orsakað av teirra trúgv. Vit krevja, at stríðið móti nýggju jødaforfylgingini verður nýggjur trygdarspurningur fyri tjóðina, áðrenn tað er ov seint. Áðrenn Frakland ikki longur er Frakland. 

Í manifestinum verður funnist hvassliga at vánaligu trygdini, sum jødar hava í landinum.

- Franskir jødar eru í 25 ferðir størri vanda fyri at verða álopnir, enn ein muslimskur landsmaður, stendur í manifestinum.

Fleiri jødar dripnir

Mireille Knoll er bara seinasta morðið á jødar seinastu árini. Í apríl í fjør varð Sarah Halimi tveitt út gjøgnum eitt vindeyga í einum háhúsi. Maðurin sum gjørdi tað, rópti "Allah er størstu" á arabiskum.  Og ein islamistur skeyt trý skúlabørn og ein lærara í Toulouse í 2012.

Eftir álopið móti satiriska blaðnum, Charlie Hebdo, í 2013, drupu gerningsmenninir 4 fólk í einum jødiskum matvøruhandli í Paris, skriva Yle.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983