Eingin semja enn

Eingin semja enn
- Vit tosa við flogskipararnar, men eingin semja er gjørd. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
 
24.04.2018 - 11:56

Sáttmálin millum flogskipararnar og arbeiðsgevararnar er longdur til fríggjakvøldið á miðnátt.

Semingsstovnurin heldur, at eitt høvuðsmál í samráðingunum millum partarnar ikki er nóg væl viðgjørt. 

Mett verður, at tað er neyðugt, at partarnir í felag viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt.

Hetta merkir, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki kann byrja fyrr enn leygardagin 12.mai, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Semingsstovnurin kemur ikki upp í samráðingarnar aftur fyrr enn í fyrsta lagi leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542