Íløgur kostaðu 198 milliónir

Íløgur kostaðu 198 milliónir
Tórshavnar kommuna brúkti tilsamans 198 milliónir krónur til íløgur í 2017
 
25.04.2018 - 13:20

Nógv virksemi var í Tórshavnar kommunu í 2017, og tilsamans 198 milliónir króur blivu brúktar til íløgur.

Nýttar vóru 67,5 milliónir krónur til Skúlan á Fløtum. Aðrar 21,2 milliónir krónur fóru til Musikkskúlan, og 1 millión fór til at gera Dagstovninum í Kollafirði lidnan.

Tilsamans 57,6 milliónir krónur blivu nýttar til ítróttarøkið. Til høllina á Hálsi blivu brúktar 29,7 milliónir krónur, og hallarútbyggingin í skúlanum á Argjahamri kostaði kommununi 12,3 milliónir krónur. Íløgur vóru eisini gjørdar í eitt nú fótbóltsvøllin í Hoyvík og rusjibanan í Svimjihøllini.

Kommunan varð fríðkað fyri 11,3 milliónir krónur. Nýttar vóru 6,1 milliónir krónur til økið uttan um Finsen, og aðrar 3 milliónir krónur fóru til onnur fríøki.

Kirkjugarðarnir blivu raðfestir við 11,7 milliónum krónum Nýttar vóru 3,1 milliónir krónur til Velbastaðvegin og 8,6 milliónir krónur til kirkjugarðin í Hoyvík.

Tað blivu brúktar 7,6 milliónir krónur til kloakkir, 4,4 milliónir krónur til skrottpressu og 10,9 milliónir krónur til vegir. Íløgur vóru eisini gjørdar í byggibúning.

Tórshavnar havn hevur í 2017 gjørt íløgur fyri 75 milliónir krónur. 

Úrslitið aftaná íløgur er 52 milliónir krónur.

Íløgur at flyta fram eru 323 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna framflytur íløgur fyri 78,9 milliónir krónur. Fyri Tórshavnar Havn er framflytingin 244 milliónir krónur til íløgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045