Macron vil endurskoða iransku kjarnorkuavtaluna

Macron vil endurskoða iransku kjarnorkuavtaluna
Emmanuel Macron roynir nú at fáa iranska forsetan, Hassan Rouhani, at tingast um kjarnorkuvápna-avtaluna, sum Iran hevur gjørt við Vesturheimin
Franski forsetin, Emmanuel Macron, og iranski forsetin, Hassan Rouhani.
Mynd: Reuters / AFP  
 
30.04.2018 - 11:16

BBC skrivar, at Macron og Rouhani tosaðu saman í meira enn ein tíma í gjár, men iranski forsetin gjørdi greitt, at avtalan ikki skal broytast.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fílst hvassliga á avtaluna, og samrøðan millum Frakland og Iran er íkomin eftir, at franski forsetin var á almennari vitjan í USA í síðstu viku, har kjarnorkuavtalan við Iran eisini varð umrødd. 

Frakland, Bretland og Týskland hava ta støðu, at avtalan er besta forðanin fyri, at Iran fær kjarnorkuvápn. Londini hava samstundis gjørt greitt, at nøkur viðurskifti, sum USA vísir á, eiga at verða umrødd av nýggjum.

Komandi vikurnar fer amerikanski forsetin at gera av, um USA leypir frá avtaluni, sum Donald Trump hevur kallað "vitleysa".

Emmanuel Macron segði við Hassan Rouhani, at tingingar eiga at verða um trý mál: hvat skal henda í 2025, tá verandi avtala gongur út, leiklutin, sum Iran hevur í stríðum í Miðeystri og so landsins rakett-vápnaætlan.

Rouhani forseti segði við Macron, at "Iran góðtekur ongar avmarkingar afturat teimum, sum eru í avtaluni", men legði afturat, at Iran vil styrkja sambandið við Frakland, og at landið er sinnað at samstarva "á øllum økjum", skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025