Ísrael leggur Iran undir at lúgva

Ísrael leggur Iran undir at lúgva
Ísraelski forsætisráðharrin helt í gjárkvøldið sjónvarpsrøðu, har hann vísti fram "loynilig kjarnorku-skjøl", sum prógva, at Iran hevur logið
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu
 
01.05.2018 - 08:33

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu helt í gjárkvøldið sjónvarpsrøðu, har hann vísti fram tað, sum hann kallar "loynilig kjarnorku-skjøl", og sum hann segði prógva, at Iran í loyndum enn roynir at fáa kjarnorkuvápn.

Netanyahu segði, at ísraelska fregnartænastan hevur fingið hendur á 55.000 síðum av tilfari, sum vísa, at Iran hevur logið fyri altjóða samfelagnum síðani avtalan um kjarnorkuvápn varð undirskrivað í 2015.

Iran skrivaði undir avtaluna afturfyri at umheimurin setti revsitiltøkini móti landinum úr gildi.

Iranski uttanríkisráðharrin, Javad Zarif, skrivaði fyrr um dagin á Twitter, at Netanyahu roynir at "lumpa fólk".

Netanyahu tosaði enskt, tá hann úr verjumálaráðnum í Tel Aviv vísti skjøl, sum hann segði vóru nágreinilig avrit av loyniligum skjølum, ið ísraelska fregnartænastan hevur fingið hendur á úr Teheran.

- Hesi skjølini prógva til fulnar, at Iran leyg púra skammleyst, tá landið segði seg ongantíð hava havt eina kjarnorkuvápna-ætlan, segði ísraelski forsætisráðharrin í røðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161