Tjena í miðal 1,8 millión krónur í part um árið

Tjena í miðal 1,8 millión krónur í part um árið
Tað vísir yvirlit, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í
 
02.05.2018 - 18:30

Heilsutrygd rindaði í fjør 53,3 milliónir krónur í lønum til kommunulæknar í føstum starvi og avloysarar í kommunulæknaviðtalum.

Lønin hjá kommunulæknum er sett saman av grundgjaldi, sum er góðar 21.200 krónur um mánaðin. Omaná tað kemur eitt basisgjald, sum er 214 krónur um árið fyri hvønn borgara, sum er tilmeldaður viðtaluna. Eru til dømis 1.500 borgarar í eini viðtalu, gevur tað kommunulæknanum 321.000 krónur um árið í basisgjaldi.

Síðani kemur veitingargjald. Tað er gjald til kommunulæknan, hvørjaferð ein sjúklingur kemur í læknaviðtaluna. 

Og sum tað fjórða fær kommunulæknin samsýning fyri aðrar tænastur, eitt nú, tá løgreglan hevur tørv á tænastum, tá fólk skulu hava bláubók ella líknandi.

Góð ársløn

Sambært yvirliti hjá Heilsutrygd var hægsta útgjaldið til ein kommunulækna í fjør 2,9 milliónir krónur. 

Tað eru 700.000 krónur meira enn tann kommunulæknin, sum fekk næsthægsta útgjaldið frá Heilsutrygd. 

13 kommunulæknar í føstum starvi alt árið í fjør fingu tilsamans 23,3 milliónir krónur í løn frá Heilsutrygd. Tað eru 1,8 millión krónur í part í meðal.

Sambært Heilsutrygd rinda kommunulæknar í føstum starvi sjálvir løn til starvsfólk í teirra viðtalum.
 

Greinin er rættað. Av misgáum stóð skrivað “13 yvirlæknar í føstum starvi...” í næstseinastu reglu. Tað skuldi vera kommunulæknar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985