Breyt javnstøðulógina

Breyt javnstøðulógina
Ein handil er dømdur fyri brot á javnstøðulógini, tá fyritøkan søkti eftir einum manni og ikki eftir fólki til goymsluna
Føroya rættur hevur dømt fyri brot á javnstøðulógina.
 
08.05.2018 - 13:04

Ein handil á Argjum hevur fingið 1.000 kr. í sekt fyri at bróta javnstøðulógina frá 1994.

Handilin er eisini dømdur at rinda sakarkostnaðin. Tað hevur Føroya rættur avgjørt í dag. 

Sakarkravið var annars 5.000 kr. Handilin kravdi frídøming.

Lýst eftir manni

Ein lýsing eftir manni gjørdi, at Javnstøðunevndin meldaði handilin fyri at bróta javnstøðulógina.

Handilin, eitt smápartafelag, er dømdur fyri í fjør at lýsa eftir manni og ikki eftir fólki til goymsluna.

Søkt varð eftir manni, tí arbeiðið á goymsluni er so tungt, at tað er ikki fyri kvinnur.

Biðið var ikki um undantaksloyvi frá Javnstøðunevndini til lýsingina, sum tvær ferðir var á heimasíðuni in.fo.

Ákæruvaldið helt, at heldur enn at søkja eftir manni átti handilin at søkt eftir sterkum fólki.

Misskiljing

Sektin er bara 1.000 krónur, tí rætturin heldur, at handilin hevur misskilt orðingina í javnstøðulógini.

Javnstøðunevndin hevur heldur onga vegleiðing um, hvussu orðingin skal skiljast.

Sambært javnstøðulógini er ikki loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. 

Føroya rættur sigur, at eingin ivi er um, at handilin ger mun á monnum og kvinnum.

Ein sterk kvinna hevði kunnað gjørt arbeiðið, sum handilin søkti eftir manni at gera, sigur rætturin.

Hetta er fyrsta málið av sínum slagi í ríkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650