Kunngerðin um menningarkvoturnar komin í gildi

Kunngerðin um menningarkvoturnar komin í gildi
Uppskotið um kunngerð varð ikki broytt eftir hoyringina. Metingarnevndin er ikki sett enn
58.000 tons av uppsjóvarfiski verða lutað út sum menningarkvotur.
 
10.05.2018 - 15:23

Uppskotið um kunngerðina varð ikki broytt, eftir tað var til hoyringar.

Kunngerðin um menningarkvotur varð lýst í gjár, og kunngerðin kom í gildi í dag.

Kunngerðin fevnir um smá 41.000 tons av svartkjafti, 8.700 tons av makreli og 7.500 tons av norðhavssild, ella samanlagt stív 58.000 tons av uppsjóvarfiski, ella 8,5 prosent av føroysku kvotunum í ár.

Sambært kunngerðini er endamálið við menningarkvotum at fremja vinnuligar menningarætlanir kring landið.

Landafrøðiliga er einki øki í Føroyum undantikið í kunngerðini.

Ein metingarnevnd verður sett at taka støðu til umsóknir um menningarkvotur. Nevndin ger síðani eitt tilmæli til Fiskimálaráðið.

Trý fólk vera í metingarnevndini, og tey tilnevnir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Tey eru ikki tilnevnd enn.

Heldur ikki er avgjørt enn, hvør freistin er at søkja um menningarkvotu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329