Tórshavnar kommuna tekur undir við kravgongu

Tórshavnar kommuna tekur undir við kravgongu
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu sigur í tíðindaskrivi, at farleiðin út í Hest er so niðurraðfest nú, at livandi er ikki í oynni
 
11.05.2018 - 09:19

Tórshavnar kommuna tekur undir við teimum, sum skipa fyri kravgongu í Tinganesi seinnapartin um vánaligu samferðsluviðurskiftini til útoyggjarnar

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur í tíðindaskrivi, at farleiðin út í Hest er so niðurraðfest nú, at livandi er ikki í oynni, og verður einki gjørt, verður Hestur skjótt manntóm.

Eisini í Nólsoy er farleiðin ov óálítandi, heldur borgarstjórin. Ternan er lívsæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta er skipið í sigling aðrastaðni, ella verður ferðaætlanin ikki hildin. 

Onnur óegnað skip verða sett í sigling, og harumframt mugu avloysaraskipini avlýsa túrar fyri veður, sum Ternan ikki hevði avlýst.

At nólsoyingar hava so óálítandi ferðasamband, kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka, sigur Annika Olsen.

- Vit skilja trupulleikarnar á útoyggj. Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytnið í øllum landinum, mugu landsmyndugleikarnir sýna størri virðing fyri øllum farleiðum, har sjógvur skilir oyggjarnar, sigur borgarstjórin í Havn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860