Náttúrustuðul latin

Náttúrustuðul latin
Tórshavnar kommuna letur í ár 175.000 krónur í stuðli til verkætlanir, sum eitt nú menna vitanina um umhvørvið og virka dálkingarfyribyrgjandi
Náttúrulærararnir í Eysturskúlanum fáa 75.000 krónur
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
14.05.2018 - 08:52

Tórshavnar kommuna letur í ár 175.000 kr. í stuðli til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, virka dálkingarfyribyrgjandi, virka orku- og tilfeingissparandi, verja landsløg, djóra- og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti. 

Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Lítli skúli fær 25.000 kr., Eigarafelagið í Tórsbyrgi, Lágargarður, Boðanesheimið og grannar fáa 75.000 kr., og náttúrulærararnir í Eysturskúlanum fáa 75.000 kr.

Í ár varð Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu latin Eyðuni á Borg, sum er lærari í Argja Skúla. 

Grøna gávan frá Etika verður í ár latin átakinum Diskosuppan hjá felagsskapinum Slow Food Føroyar.

Slow Food Føroyar er ein altjóða felagsskapur, sum vil hava øll at eta mat, sum er góður fyri fólk og góður fyri jørðina. 

Diskosuppan skipar fyri supputiltøkum, har allur maturin, sum verður nýttur í suppuni, er fingin ókeypis frá handlum og heilsølum eitt leygarkvøld, matur, sum annars hevði blivin tveittur burtur.

Grøna gávan frá Etika er peningur fyri vatn, sum er selt á matstovuni Etika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424