Finna ikki orsøkina til eldin

Finna ikki orsøkina til eldin
Ikki ber til at staðfesta, hví eldur kom í Plattavirkið á Toftum um náttina tann 27. mars
 
15.05.2018 - 12:39

Hildur Hentze, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum, sigur, at tað er staðfest, at eldurin byrjaði inni, og stongt var allastaðni. 

Um eldurin er komin av skammlopi ella av einum brenniovni, sum var á virkinum, ber tó ikki til at siga.

Heldur ikki ber til at staðfesta, hví eldur kom í eini sethús í Klaksvík um kvøldið 9.apríl. 

Men streymurin var ikki orsøkin, sigur Hildur Hentze.

Eldurin er kyknaður í einari sofu, men hví hann er kyknaður har, hevur politiið ikki kunnað staðfest. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360