Styrkja samstarv og samskifti

Styrkja samstarv og samskifti
Landið og kommunurnar skulu vita hvør av øðrum. Tey skulu tí styrkja bæði samstarvið og samskiftið.
Heðin Zachariasen, næstformaður í Kommunufelagnum, Aksel V. Johannesen, løgmaður og Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
16.05.2018 - 10:04

Á fundi í Tinganesi í gjár millum løgmann og formannin og næstformannin í Kommunufelagnum varð avrátt, at landsstýrið og Kommunufelagið á hvørjum ári skulu hava í minsta lagi tríggjar yvirskipaðar fundir um áleikandi politisk mál, sum eru um sínámillum viðurskifti.

- Í okkara grannalondum er vanligt, at land og kommunur hava tætt samskifti, og eg haldi, tað er í tøkum tíma, at vit í Føroyum fáa líknandi skipan í lag, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.

Seinnu árini hava kommunurnar fingið alsamt fleiri uppgávur at umsita, og kommunurnar fáa støðugt størri týdning búskaparliga. 

Tí heldur løgmaður, at tað er neyðugt stig, at landið og kommunurnar regluliga umrøða átrokandi mál. 

Fyrsti fundurin millum landsstýrið og Kommunufelagið verður eftir ætlan í seinnu helvt í august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961