Semingsstovnurin hevur nú tvey lið at royna semju

Semingsstovnurin hevur nú tvey lið at royna semju
Skitsa til semingsuppskot løgd fyri kommunulæknar og Lønardeild seinnapartin
Kommunulæknarnir og Lønardeildin fara aftur at samráðast í dag.
 
17.05.2018 - 12:52


Seinnapartin í dag fara semingsmenninir at leggja okkurt ítøkiligt fyri Kommunulæknafelagið og Lønardeildina, - eina skitsu til semingsuppskot, sum Terji Sigurðsson, semingsmaður, kallar tað.

Partarnir eru boðsendir á fund kl.13.

Semingsstovnurin hevur tvey lið, nú so nógv er at gera hjá honum.

Terji Sigurðson og Rannvá Ragnarsdóttir hava kommunulæknarnar og Lønardeildina, sum eru í Skibsteds pakkhúsi.

Símun Absalonsen og Páll Isholm hava arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið, sum samráðast á Hotel Hafnia.

Semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar hjá teimum til á midnátt í annaðkvøld.

So leingi Semingsstovnurin ikki hevur kastað frá sær, plagdi ikki at verða boðað frá verkfalli ella verkbanni.

Freistin at boða frá slíkum tiltaki er 48 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820