Viðgera samsýningina til býráðslimir

Viðgera samsýningina til býráðslimir
Býráðslimir í Havn skulu hava eftirløn, og borgarstjórin skal hava meira í løn, men minni í eftirløn.
 
22.05.2018 - 08:40

Kunngerðin um samsýningina til býráðslimir í Havn er á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið.

Umsitingin hjá kommununi mælir til at broyta kunngerðina, so býráðslimir fáa 15 % í eftirløn av sínum samsýningum og fundarpengum.

Borgarstjórin í Havn skal hava størri løn, heldur umsitingin eisini. Lønin skal nú aftur vera millum lønina hjá landsstýrisfólkum og løgmanni. 

Í dag verða landsstýrisfólk lønt við 110 % av lønini í 40. flokki hjá tænastufólkum, løgmaður fær 130 % av lønini í 40. flokki. 

Mánaðarlønin í 40. flokki er 62.139 krónur.

Skal borgarstjórin í Havn koma á sama stig, sum hann var á, áðrenn landsstýrisfólkalønirnar vórðu broyttar, eigur borgarstjórin at fáa 120 % av lønini í 40. flokki umframt 15 % í eftirløn heldur enn lívslanga tænastumannaeftirløn.

Tann eftirlønin er 110 % av lønini. Ta eftirlønina fingu landsstýrisfólk fyrr, men borgarstjórar fáa hana enn. 

Talan er um rímiliga lønarhækking, men eisini munandi verri ella kostnaðarminni eftirlønarskipan, sigur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu.

Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá býráðnum í Havn tekur undir við hesum.

Minnilutin, javnaðarmenninir Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, mælir til, at málið fyrst verður reist í Kommunufelagnum, so skipanin verður eins fyri alt landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308