Kostar 80 mió. at javnseta gift og ógift

Kostar 80 mió. at javnseta gift og ógift
Tað ferð at kosta 80 milliónir krónur, um giftir pensjónistar skulu hava sama útgjald í pensjón, sum stakir pensjónistar fáa
 
23.05.2018 - 08:09

Men í løtuni eru ongar ætlanir um at broyta meira viðvíkjandi muninum í útgjaldi hjá giftum og ógiftum pensjónistum.

Tað sæst í svari frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum vildi hava at vita, hvørji stig landsstýriskvinnan fer at taka fyri at beina burtur sosiala ójavnan millum gift pør og samlivandi.

Hann vildi eisini hava at vita, hvat tað hevði kostað, um allir pensjónistar fingu útgjald sum einstaklingar.

Kári P Højgaard sigur, at ein avleiðing av ójavnanum kann gerast, at fólk frávelja at gifta seg, tí lóggávan leggur upp til, at tað í flestu førum loysir seg nógv betur at liva saman ógift.

Í dag er lóggávan soleiðis skrúvað saman, at giftir pensjónistar fáa minni pensjón enn stakir pensjónistar. Eini hjún fáa tilsamans 3.825 krónur minni í fólkapensjón enn eitt samlivandi par.

Skulu giftir pensjónistar hava sama útgjald í pensjón sum samlivandi ella stakir pensjónistar, hevði hetta kostað í minsta lagi 80 milliónir krónur afturat árliga, vísa útrokningar hjá Almannamálaráðnum.

Landsstýriskvinnan vísir á, at hóast samlivandi pensjónistar í nøkrum førum fáa lagaligari treytir enn eini hjún, so hava tey verri treytir í øðrum førum. Til dømis í lógini um dagpengar vegna sjúku. Um fólk gerast álvarsliga sjúk, kann ein hjúnafelagi fáa dagpengar. Eisini er ein persónur við børnum yngri enn 18 ár, sum gerst einkja ella einkjumaður, munandi betri tryggjaður, um viðkomandi er giftur.

Hon sigur eisini, at stakir pensjónistar eru verri fyri fíggjarliga enn giftir pensjónistar.

- Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at nærum 2/3 av fólkapensjónistum, sum búgva einsamallir, eru í fátækaváða, meðan fólkapensjónistar, sum búgva saman við øðrum, ikki eru í so nógv størri fátækaváða enn aðrir bólkar í samfelagnum.

Skulu 80 milliónir krónur um árið afturat eyðmerkjast til pensjónistar, so metir landsstýriskvinnan, at tað eru pensjónistar, sum eru illa fyri fíggjarliga, sum fyrst og fremst skulu hava ágóðan av raðfestingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065