Býarbókasavnið missir eina hædd

Býarbókasavnið missir eina hædd
Býarbókasavnið í Havn, sum verður umbygt, missir eina hædd, ta fjórðu, sum annars skuldi verða barna- og ungdómsdeild
Mynd: JN.fo  
 
24.05.2018 - 09:16

Á fundi í kvøld fer býráðið taka støðu til eitt tilmæli frá Fíggjarnevndini um, at heildarætlanin frá 2016 um at umbyggja Býarbókasavnið ikki umfatar fjórðu hædd. 

Orsøkin er, at fyrisitingin hjá kommununi skal hava skrivstovur á fjórðu hædd. 

Ætlanin er at gevast at leiga Niels Finsens gøtu 31, har sum Heilsu- og umsorganarstænastan er. Hetta sparir Tórshavnar kommunu 265.000 krónir í leigu um árið. 

Harumframt skal pláss gerast til ein stjóra afturat í Ráðhúsinum, sigur umsítingin.

Starsvfólk á Býarbókasavninum hava skrivað opið bræv til øll í býráðnum og biðið tey um ikki at atkvøða fyri tilmælinum um, at Býarbókasavnið skal missa fjórðu hædd, sum tað annars fekk fyri nøkrum árum síðani.

Ætlanin við fjórðu hæddini hevur alla tíðina verið at gjørt skrivstovuumstøðurnar hjá starvsfólkunum betri. Ætlanin var eisini at brúka fjórðu hædd til matpakkaøki til dagstovnar og einstaklingar, leikasavn til at lána leikur út, ævintýrarúm til djúphugsan og friðarløtur, spælirúm og ungdómsdeild, siga starvsfólkini.

Í 2014 varð farið undir at fyrireika umbyggingina í Býarbókasavninum. Landið skal gjalda upp til helvtina, men vil ikki lata so nógv, sum kommunan biður um.  

Tórshavnar kommuna keypti bygningin, sum Býarbókasavnið er í, í 2009. 

1. april næsta ár verður Býarbókasavnið í Havn hálvt hundrað ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585