Kina: rætta løtan at loysa trupulleikarnar

Kina: rætta løtan at loysa trupulleikarnar
- Eg havi boðað amerikansku starvsfeløgunum frá, at vilja teir loysa trupulleikan, er rætta løtan nú, sigur kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi
 
24.05.2018 - 09:30

Vil USA hava frið við Norðurkorea, eiga amerikanarar at taka av møguleikanum nú, segði kinesiski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi í Washington í gjár, eftir ein fund við amerikanska starvsbróðurin, Mike Pompeo.

- Eg havi boðað amerikansku starvsfeløgunum frá, at vilja teir loysa trupulleikan, er hetta rætta løtan, sigur kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi.

Ætlanin hevur verið, at USA og Norðurkorea skuldu hava toppfund í Singapore 12. juni. Men nú bendir nógv á, at toppfundurin verður útsettur ella avlýstur.

Tíðindastovurnar skriva, at kinesiski uttanríkisráðharrin fekk eina kaldliga móttøku í Washington í gjár. 

Amerikanska verjumálaráðið hevur boðað frá, at ein innbjóðing, sum Kina hevur fingið um at verða við í eini stórari, altjóða flotavenjing, er tikin aftur.

Orsøkin er, at Kina hevur hernaðarligt virksemi í Suðurkinesiska havinum, og at Kina er í stríði við fleiri asiatisk lond um, hvør eigur rættin til havleiðirnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129