Tilmæli frá kommunum: Suðuroyggin og framtíðin

Tilmæli frá kommunum: Suðuroyggin og framtíðin
Nýggj størv - ikki minst til fólk, sum hava útbúgving, er grundhugsanin í tilmælinum til landsstýrið, sum kommunurnar í Suðuroynni hava gjørt
Mynd: Suðuroyggin og framtíðini – tilmælið um menningarátøk 2018  
 
29.05.2018 - 08:50

Tilmælið eitur Suðuroyggin og framtíðin - tilmæli um menningarátøk 2018, og í tí eru 11 tilmæli.

Kommunurnar høvdu í gjár fund við landsstýrið í húsinum Við Á í Porkeri.

Á fundinum vórðu avbjóðingarnar í Suðuroynni umrøddar - eisini avbjóðingarnar á eldraøkinum í Suðuroynni.

Tær sjey kommunurnar í Suðuroynni mæla til, at kommunurnar fremja nøkur átøk, landið nøkur og kommunurnar og landið fremja nøkur saman. 

Grundhugsanin í tilmælinum hjá kommununum er nýggj størv í oynni.

Men nøkur átøk skulu virka alt fyri eitt, skriva kommunustýrini í tíðindaskrivi.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði eftir fundin í gjár, at Bakkafrost fær øll fýra aliloyvini í Suðuroynni.

1. januar 2019 fær Suðuroyggin námsfrøðiliga hjálparfólkaútbúgving, og hon verður í Hovi. 

Ferðaseðlaprísirnir hjá Strandfaraskipum landsins skulu lækka hjá teimum, sum búgva í oynni.

Og trupulleikarnir við at fíggja eldraøkið í Suðuroynni verða loystir í heyst, segði løgmaður í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952