Arbeiðsloysi hægri enn áður upplýst

Arbeiðsloysi hægri enn áður upplýst
Hagstovan noyðist at ásanna, at hon hevur verið ov tíðliga á veg við tølunum um arbeiðsloysið fyri mars mánaðin í ár
 
30.05.2018 - 11:26

Higartil eru tølini um arbeiðsloysi kunngjørd mánaðin eftir. Men hetta verður ikki galdandi fyri hendan mánaðin.

Tað merkir, at arbeiðsloysið nú í mai til dømis ikki verður kunngjørt fyrr enn í juli, tí tá eru allar skrásetingar komnar.

Hagstovan hevur tikið hetta stigið, eftir at talið fyri mars vísti seg at vera skeivt.

Arbeiðsloysið í mars var 2,3 % og ikki 2,2 %.

Árstíðarjavnað vóru 631 fólk fulltíðararbeiðsleys í mars og ikki 610, sum fyrr varð upplýst.

Hetta kemst av, at fleiri skrásetingar nú eru komnar fyri mars, sum ikki vóru við í uppgerðini fyri einum mánað síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541