Babtsjenko er á lívi

Babtsjenko er á lívi
Týskvøldið varð kunngjørt, at russiski journalisturin, Arkadij Babtsjenko, varð dripin, men drápið var pallsett av ukreinsku trygdartænastuni
Akradij Babtsjenko hevur verið atfinningarsamur móti stýrinum í Russlandi. 
 
31.05.2018 - 11:11

Týskvøldið komu boð um, at russiski journalisturin, Arkadij Babtsjenko var skotin og dripin í høvuðsstaðnum í Ukreina, Kiev.

Arkadij Babtsjenko hevur verið atfinningarsamur móti stýrinum í Russlandi. 

Pallsettu drápið

Men seinnapartin í gjár kom Babtjsenko sjálvur á tíðindafund í Ukreina. Har greiddi ukreinska trygdartænastan frá, at hon pallsetti drápið í eini roynd at fanga nøkur teirra, sum vilja Babtsjenko ilt. 

Á tíðindafundinum bað Babtsjenko um umbering fyri allan ruðulleika og ørkymlan, eftir at tað kom fram, at hann var dripin, og hann takkaði eisini teimum, sum hava syrgt seg.

Fyribyrgdu drápsroynd

Babtsjenko búði í ukreinska høvuðsstaðnum, og boðini vóru, at hann varð skotin og dripin í heimi síðnum. Bæði løgreglan og ein starvsfelagi Babtsjenko váttaðu tíðindi um drápið týsdagin.

Trygdartænastan segði á tíðindafundinum, at tey við hesum fyribyrgdu einari drápsroynd móti Babtsjenko, sum russiska stjórnin hevði bílagt, skrivar Reuters.

Ein handtikin

Sambært stjóranum fyri trygdartænastuna, Vasili Gritsak, hevur hetta verið tilrættalagt í tveir mánaðir. Ein ukreinskur ríkisborgari er handtikin í málinum.

41 ára gamli journalisturin er kendur fyri alment at finnast at Vladimir Putin, forseta, og hann flutti úr Russlandi, eftir at hann varð hóttir. Hann flutti til kekkiska høvuðsstaðin, Pragh, og síðani til Kiev í Ukreina.

Seinasta árið hevur hann havt sjónvarpsrøð í privatu ukreinsku rásini, ATR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162