Enn langt millum partarnar

Enn langt millum partarnar
Semingsstovnurin roynir nú at fáa í lag semju millum Maskinmeistarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, men enn er langt millum partarnar
 
31.05.2018 - 11:08

Semingsstovurin hevur aftur fund við Maskinmeistarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í dag kl.14.00.

Langt er millum partarnar, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður. Hann veit ikki, nær semingin er búgvin til semingsuppskot, men tað er verri enn so enn. Partarnir vóru á fundi allan dagin í gjár, og fundast varð til klokkan 21.30.

Fundirnir eru í Skibsteds pakkhúsi í Havn, sum Semingsstovnurin hevur fingið at brúka til semingsroyndir.

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið byrjaðu 12. mars, tá krøvini vórðu handað.

Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason.

Hesir sáttmálar fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Samráðingarnar bóru ikki á mál, so Semingsstovnurin varð boðsendur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860