Ólógligt at hjálpa flóttafólkum í Ungarn

Ólógligt at hjálpa flóttafólkum í Ungarn
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, hevur sett sær fyri, at fólk, sum hjálpa flóttafólkum at koma inn í landið, skulu dømast fongsulsrevsing
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, vil gera tað ólógligt at hjálpa flóttafólkum inn í landið
 
31.05.2018 - 10:52

Uppskot verður fyrireikað, sum sigur, at fólk, sum hjálpa fólkum, sum vilja koma inn í landið, og sum ikki eru í beinleiðis vanda, skulu dømast, um tey gera tað. Tað sama er galdandi, um fólk eru komin ólógliga til Ungarn.

- Trygdin hjá Ungarn er altíð í fremstu røð, sigur skrivstovustjórin hjá forsætisráðharranum, Csaba Domotor, sum leggur afturat, at uppskotið er eftir viljanum hjá fólkinum, sum gav Orban stóra undirtøku á valinum í apríl.

Uppskotið er bert byrjanin til fleiri onnur uppskot, sum ætlanin er at seta í verk í Ungarn. Stjórin nevnir uppskotini: "Steðgið Soros lógunum".

George Soros, sum er føddur og uppvaksin í Ungarn, hevur leingi stríðst fyri fólkaræði, mannarættindum og talifrælsi í nógvum londum kring heimin. 

Viktor Orban, forsætisráðharri, hevur fleiri ferðir funnist at Soros og hevur skuldsett politisk mótstøðufólk fyri at vera Soros-fjepparar.

Nýggju lógaruppskotini skulu til viðgerðar í tjóðartinginum í næstu viku, har flokkurin hjá Orban saman við einum samstarvsflokki hevur tveir triðingar av atkvøðunum.

Hálvan mai læt George Soros skrivstovuna í Budapest aftur og boðaði frá, at skrivstovan verður flutt til Berlin. Orsøkina segði hann vera, at politiska og juridiska støðan í Ungarn versnar og minnir meir og meir um eitt einaveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558