ES við móttiltøkum

ES við móttiltøkum
Europeiska Samveldið er tilreiðar við móttiltøkum, nú amerikanski forsetin, Donald Trump hevur lagt toll á stál- og alumininumsinnflutning til USA
 
01.06.2018 - 14:02

BBC skrivar, at ES hevur gjørt ein lista upp á 10 síður við amerikanskum vørum, sum skulu tollast. Talan er eitt nú um Harley Davidson-motorsúkklur og nógvar ymsar matvørur.

Eisini ætlar ES at kæra málið til Alheims Handilsstovnin, WTO.

Donald Trump hevur sagt, at tollurin skal verja amerikanskar stálframleiðarar, og at hetta er alneyðugt fyri landsins trygdarstøðu.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, ringdi sambært BBC í gjárkvøldið til amerikanska forsetan og segði honum, at tollurin er "ólógligur", og somu vending brúkar formaðurin í altjóða handilsnevndini hjá ES-parlamentinum, Bernd Lange.

Hann sigur, at avgerðin hjá Trump vísir, at forsetin ikki er sinnaður at halda galdandi reglur.

Peter Altmaier, sum er týskur búskaparmálaráðharri, vónar, at eitt sterkt móttiltak frá ES fer at fáa Donald Trump at umhugsa sína avgerð av nýggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391