Bátur við flóttafólkum sokkin

Bátur við flóttafólkum sokkin
Í minsta lagi 50 fólk eru druknað, og nógv eru framvegis ikki komin aftur í aftur, eftir at ein bátur við migrantum og flóttafólkum sakk í Tunesia
 
04.06.2018 - 11:19

Sambært talsmanninum fyri verjumálaráðið í Tunesia, vóru umleið 180 fólk umborð á bátinum. Flestu teirra vóru tunesarar, men eisini nøkur úr Mali, Marokko, Fílabeinsstrondini og Kamerun.

Tað var seint leygarkvøldið, at boðini komu um bátin, sum var um at søkka nærindis oynni Kerkennah út fyri býin Sfax.

Tunesiska sjóverjan sigldi til økið, og flogfør vórðu send út at leita og bjarga fólki.

Í gjárkvøldið vórðu tilsamans 50 fólk funnin druknað og 68 vórðu bjargað, upplýsir talsmaðurin hjá verjumálaráðnum, Rachid Bouhoula.

Sjóverjan gavst at leita í gjárkvøldið, men farið varð at leita aftur í lýsingini í morgun. 

Útlitini at finna fólk á lívi er vánalig, og meira enn 100 fólk kunnu tí vera druknað, tá báturin gekk burtur.

Sambært einum teirra, sum slapp frá hendingini á lívi, tunesarin, Wael Ferjani, hevði báturin umstøður at taka 75 til 90 ferðafólk, men sambært honum vórðu meira enn 180 fólk umborð.

Tá báturin tók inn vatn, lupu fleiri fyri borð og druknaðu, greiðir Ferjani frá.

Eftir at evropisk lond fóru undir samstarv við hernaligar bólkar í Libya fyri at forða flóttafólkum og migrantum at fara vandamiklu leiðina um Miðjarahavið, er talið av flóttafólkum vaksið, sum royna farleiðina úr Tunesia til Evropa, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400