Halda tíggjuáradagin hjá standmynd av Gøtutróndi

Halda tíggjuáradagin hjá standmynd av Gøtutróndi
Hátíðarhald í Gøtu í summar. Eysturkommuna stuðlar
Mynd úr erva av Norðragøtu.
 
04.06.2018 - 05:54

Tann 12.juli í ár eru liðin tíggju ár, síðani standmyndin av Tróndi í Gøtu varð avdúkað.

Nøkur fólk í Eysturkommunu hava fingið 40.000 kr. frá kommununi til at halda dagin.

Kommunan hjálpir harafturat til við trygdartiltøkum og prýðing hendan dagin.  

Dagurin verður hildin 12.juli, hóast hetta er hósdagurin á G-festivalinum. 

Dagurin verður hildin millum annað við fólkafundi.

Í mentanarpolitikkinum hjá Eysturkommunu stendur, at kommunan skal lofta teimum hugskotum, sum koma frá mentanarøkinum.  

Hetta hugskotið kemur frá fólki, sum taka stig til tiltak, sum setur ljós á Eysturkommunu og siðsøguliga virðið, sum Tróndur í Gøtu hevur.

Tí mælir umsitingin hjá Eysturkommunu til at stuðla tiltakinum.

Og tað ger býráðið eisini.    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576