Nevndarformaður: Misskiltur ótti um Kina

Nevndarformaður: Misskiltur ótti um Kina
Danskir politikarar hava misskilt ætlanina at byggja nýggjar floghavnir í Grønlandi, sigur Jóhannus Egholm Hansen, nevndarfmd. í Kalaallit Airports
 
09.06.2018 - 10:53

Danskir politikarar hava misskilt ætlanina at byggja nýggjar floghavnir í Grønlandi, sigur nevndarformaðurin í Kalaallit Airports, Jóhannus Egholm Hansen við Sermitsiak.

Kinesiska byggifyritøkan, China Communications Construction Company, er undangóðkend at bjóða upp á arbeiðið at byggja tríggjar nýggjar floghavnir.

Politikarar í danska javnaðarflokkinum, Danska fólkaflokkinum og Vinstra siga, at avleiðingin kann verða, at Grønland verður búskaparliga heft av Kina. 

Men hetta er ein misskiljing, sigur Johannus Egholm Hansen.

- Kinesiska fyritøkan er bara við til at bjóða upp á arbeiðið. Hon skal ikki fíggja verkætlanina, sigur hann.

Nevndarformaðurin í Kalaallit Airports samanber støðuna við, at tann, sum byggir eini hús, skyldar ikki teimum, sum smíða, pengar, men bankanum, sum lænir peningin.

- Sama hvør fær arbeiðið, fara vit at kanna lánimarknaðin í Evropa, Amerika og Asia saman við fíggjarliga ráðgeva okkara, Danske Bank, til tess at fáa besta tilboðið.

Hetta kann eisini umfata kinesiskar lániveitarar, men tað hevur einki hevur einki samband við, hvør skal gera arbeiðið, sigur Jóhannus Egholm Hansen. 

Í gjár frættist, at ein av undangóðkendu fyritøkunum, sum sleppur at bjóða upp á arbeiðið at gera floghavnirnar í Grønlandi, hevur tikið seg aftur.

Tað er partafelagið Per Aarsleff, sum saman við íslendska Ístaki, er undangóðkent at bjóða. 

Felagið vil tó ikki siga, hví tað tekur seg aftur. 

Jóhannus Egholm Hansen sigur, at Kalaallit Airports fer ikki at bjóða fleiri feløgum at verða undangóðkend.

Johannes Egholm Hansen er annar føroyingurin í nevndini fyri Kalaallit Airports. Hin er Jákup Sverri Kass, fyrrverandi stjóri í Vága floghavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815