Trump ikki við í felagsniðurstøðu kortini

Trump ikki við í felagsniðurstøðu kortini
Luttakandi londini á G7-toppfundinum, sum varð hildin í Kanada um vikuskiftið, komu eftir fundin til felagsniðurstøðu, sum nú kortini ikki er felags
 
10.06.2018 - 11:00

Um vikuskiftið hevur G7-toppfundur verið í Kanada. Ein felagsniðurstøða varð gjørd millum luttakandi londini. Men fáar tímar eftir almennu fráboðanina, kúvendi Trump og gjørdi greitt, at hann ikki tekur undir við felagsniðurstøðuni kortini.

Boðini frá Trump vóru, honum líkt, eini Twitter-boð. Hann hartaði kanadiska forsætisráðharran og skýrdi hann at vera óreiðiligan og veikan.

 

Virka fyri at seta handilsforðingar úr gildi

Justin Trudeau, sum kanadiski forsetin eitur, var vertur fyri toppfundin hjá G7-londunum, sum var merktur av ósemjum, serliga tá tað kom til handilsspurningar. Men tá tað kom til stykkis vóru teir sjey leiðararnir so mikið samdir, at teir skrivaðu undir eina felagsniðurstøðu, sum millum annað segði, at tey sjey londini skulu virka fyri at seta úr gildi handilsforðingar.

Og Trump, sum altso tók undir við felagsniðurstøðuni, fór av fundinum fyri tíð, tí hann fór at fyrireika seg til fundin við norðurkoreanska leiðaran, skrivaði á Twitter, at hann tá fór av einum framúrskarandi fundi. Fáar tímar seinni komu boðini um, at hann kortini ikki tók undir við felagsniðurstøðuni.

Trudeau vísir aftur, at hann á tíðindafundinum um felagsniðurstøðuna hevur sagt nakað, sum skuldi komið óvart á hjá Donald Trump.

Hetta siga millum annað CNN, Ritzau og DR.

Og G7-londini eru umframt USA og Kanada, Frankaríki, Bretland, Týskland, Japan og Italia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687