Søguligur fundur og søgulig undirskrift

Søguligur fundur og søgulig undirskrift
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreanski einaræðisráðharrin, Kim Jong-un, hava á toppfundi skrivað undir eitt søguligt skjal
 
12.06.2018 - 07:26

Donald Trump og Kim Jung-on hava sitið á toppfundi í Singapore í nátt føroyska tíð.

Fundurin byrjaði við søguligum lógvataki og søguligari undirskrift, tá báðir partar skrivaðu undir eitt skjal, sum báðir lýsa sum eitt søguligt skjal.

Tað er tó ógreitt, hvat stendur í undirskrivaða skjalinum, men Donald Trump sigur, at talan er um eitt sera týdningarmikið og rættiliga umfatandi skjal, sum báðir partar verða imponeraðir av. 

- Vit hava fingið eitt framúr samband, segði Donald Trump, sum fer at halda tíðindafund klokkan hálvgum níggju føroyska tíð. 

Fortíð er fortíð

Sambært norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, er talan um eitt søguligt skjal, og hann segði, at USA og Norðurkorea nú hava sett sær fyri at lata fortíð vera fortíð og hyggja frameftir ístaðin. 

- Heimurin fer at síggja eina stóra broyting, segði hann umvegis tulkin hjá sær og takkaði amerikanska forsetanum fyri fundin. 

Kim Jong-un er nú farin av hotellinum í Singapore, har toppfundurin hevur verið, meðan Donald Trump fer at halda tíðindafund fyri heimspressuni. 

Toppfundurin millum Kim Jong-un og Donald Trump er søguligur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein norðurkoreanskur leiðari hittir ein sitandi amerikanska forseta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254