Bústaðarskyldan í Havn aftur á skrá hjá býráðnum

bannari
Bústaðarskyldan í Havn aftur á skrá hjá býráðnum
Nógv hús eru tóm. Hetta skal steðgast við lóg, ætlar býráðið
Á Reyni í Havn.
 
18.06.2018 - 07:37

Ov nógv hús á Reyni í Havn eru tóm tað mesta av árinum, tí eingin býr í teimum.

Nú ger kommunan tí enn eina roynd at fáa hetta broytt við bústaðarskyldu. 

Bústaðarskylda í ávísum býlingum krevur tó lógarheimild.

Býráðið í Havn fer á fundinum mikukvøldið at taka støðu til uppskot hjá Byggi- og býarskipanarnevndini og Fíggjarnevndini um at biðja landsstýri og løgting útvega neyðugu lógarheimildina. 

Hetta er tó ikki bara galdandi fyri hús á Reyni. 

Í løtuni verða nógvír nýggir bústaðir bygdir í kommununi.

Fyri at lofta trupulleikanum við tómum húsum, sum eisini kann gerast ein størri trupulleiki í nýggju býlingunum, er málið vorðið búgvið til at taka spurningin viðvíkjandi bústaðarskyldu upp aftur til viðgerðar, stendur í skánni fyri býráðsfundin mikukvøldið. 

Har stendur eisini, at roknast kann við, at hús verða keypt at leiga ferðafólki.

Ognarskattur

Bústaðarskyldan kann tí eisini varpa ljós á møguleikan at áseta ognarskatt á hús nummar tvey hjá fólki.

Mælt verður eisini til at heita á Kommunufelagið um at kanna, um bústaðarskylda kann áleggjast í byggisamtyktum. 

Tórshavnar býráð hevði eisini spurningin um bústaðarskyldu í miðbýnum í Havn frammi í 2014.

Tá feldi býráðið eitt uppskot um at heita á landsstýrið um at útvega kommununum lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu.

Meirilutin vísti á eitt løgfrøðiligt upprit hjá Løgdeildini hjá býráðnum, sum staðfesti, at kommunur hava onga heimild til at krevja bústaðarskyldu.

Býráðið samtykti eisini at mæla frá at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selur í miðbýnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815